HSF: Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl til Slovakia, har tveir landsdystir eru á skránni, hin fyrri í dag, fríggjadagin kl. 17.00, og hin seinni leygardagin kl. 14.00.
Dysturin í dag kann stroymast á live.hsf.fo, og kemur kunning viðvíkjandi seinna dystinum seinni. Tvær broytingar eru í føroyska hópinum. Brynhild Pálsdóttir hevur ein skaða at dragast við, og var Súna Krossteig Hansen eisini óheppin og beklaði undir venjing mikudagin. Í teirra stað eru komnar Karin Egholm og Fríði Nolsøe Olsen, sum báðar eisini hava verið við til venjingarnar í vikuni. Hópurin í Slovakia telur sostatt hesar leikarar:
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Lukka Arge, H71
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo