Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan:  Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra, hóast fjarstøðan eina løtu var stutt, bert áleið 5 fjórðingar.

Merkta grindin úr Klaksvík hevur, síðan hon var merkt 16. september, ferðast suðureftir, vestan fyri Føroya-, Ytra- og Ytsta banka, og síðan suður á Hatton banka.

Samstundis hevur grindin , ið var merkt á Fuglafirði 3. september, ferðast norður eftir, eisini móti Hatton banka.

Men hvørgin grindin steðgaði á í økinum. Klaksvíksgrindin helt kósina áfram í ein útsynning, og er nú farin út á djúpari vatn, meðan Fuglafjarðargrindin vendi suður aftur í Hatton dýpið, haðani hon var komin.

Samband er enn við fýra sendarar, og merktu hvalirnir í báðum grindum fylgjast tætt. At slóðirnar kortini stundum fara nakað sundur, er orsakað av misjøvnum neyvleika, tá fylgisveinarnir rokna knattstøðuna hjá grindasendarunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo