Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fosturforeldrafelagið: Í løgtinginum í síðstu viku í sambandi við svar uppá fyrispurning frá Liljuni Weihe um børn, sum verða send til Danmarkar, segði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við ábyrgd av barnaverndarøkinum, at hann metti, at tað rætta hevði verið, at uppraðfest nøkur fosturheim, so fleiri børn fara til fosturs heldur enn á stovn. 

Fosturforeldrafelagið hevur í fleiri førum víst landsstýrisfólkum á, at fosturforeldraskipanin eigur at víðkast til styrkt fosturheim, og at vit fegin vilja gera okkara íkast til, hvussu hetta kann gerast.

Fyrimunirnir við styrktum fosturheimum eru eyðsýndir. 

Í einum styrktum fosturheimi hava fosturforeldrini viðkomandi útbúgving og/ella hava drúgvar royndir sum fosturforeldur.

Í einum styrktum fosturheimi fáa børn og ung – sum í dag eru á stovni - møguleika at vaksa upp í eini familju, har tey kunnu knýta tøtt og trygg sambond við vaksin. Tey fáa eisini møguleika fyri einum gerandisdegi, sum líkist tí hjá øðrum børnum og ungum, og kunnu oftari verða verandi í sínum nærumhvørvi.

Í einum styrktum fosturheimi eru fosturforeldrini saman við barninum, og eru tøk alt døgnið. Barnið fær ein støðugari gerandisdag, og fosturforeldrini fáa sera gott innlit í støðuna hjá barninum, og hvør tørvurin hjá barninum er.

Í einum styrktum fosturheimi fáa børnini oftast eitt lívlagt samband og eina lívlanga binding til fosturfamiljuna, sum røkkur longur enn til tey eru 18 ár.

Fortreytin fyri, at tað skal eydnast við styrktum fosturforeldrum er, at tey verða væl ílatin til uppgávuna. Tí er neyðugt at styrkja fosturforeldraskipanina, og at styrktu fosturforeldrini leypandi fáa vegleiðing og ráðgeving frá fakfólki við servitan innan økið, og at tey førleikamennast til júst ta uppgávuna, tey hava fingið.

Gransking vísir, at tað ger stóran mun fyri umsorganaryvirtikin børn og ung, at tey hava møguleika fyri at fáa eitt gott tilknýti og tætt og trygt samband við umsorganarpersónarnar.

“Vit, sum hava verið fosturforeldur í nógv ár, vita hvussu stórt og miðvíst arbeiði skal til fyri at fáa børn og ung, sum verða umsorganaryvirtikin, at hava álit á og at knýta seg til umsorganarpersónin. Tað tekur tíð, áðrenn tey kenna seg trygg við nýggju umstøðurnar. Fortreytin fyri trivnaði og menning er, at tey kenna seg trygg og hava álit á teimum umsorganarpersónum, sum eru tættast at teimum. At verða flutt frá einum stovni til annan við skiftandi starvsfólkum tænir ikki hesum børnum, men er við til at leggja stein oman á byrðu hjá teimum,” sigur Annlis Bjarkhamar, forkvinna í fosturforeldrafelagnum

Fosturforeldrafelagið hevur boðað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, frá, at vit eru klár at fara til verka við arbeiðinum, bæði at eftirmeta verandi fosturforeldraskipan og at víðka skipanina við styrktum fosturheimum. Vit hava bíðað í alt ár eftir, at ein arbeiðsbólkur fer til verka, so fleiri børn fáa møguleika at koma til fosturs heldur enn á stovn.

Samfelagið hevur eina heilt serliga ábyrgd av teimum børnum, sum verða sett heiman og eigur at tryggja teimum góðar umstøður, har tey kunnu trívast og mennast. Av teimum 109 børnunum, sum eru sett heiman, eru 71% til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 29% eru á barnaverndarstovni. Fosturforeldur er tí ein av mest týðandi tættinum í arbeiðinum hjá barnaverndartænastunum, tá tað ræður um umsorganarsvikin børn.

Tað eru ikki kollveltandi broytingar, sum skulu gerast, og tí skuldi tað heldur ikki verið so tíðarkrevjandi at eftirmett verandi fosturforeldraskipan og víðkað hana við styrktum fosturheimum. 

Okkara áheitan er tí; latið okkum fara til verka, so øll børn og ung kunnu fáa tryggar og góðar umstøður at vaksa upp í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo