Ein politiskur meiriluti í Fólkatinginum vil minka um nøgdina av nikotini í snúsi.
Útsjóndin á snúsdósunum skal eisini broytast, skrivar norska TV2.
Í dag er einki mark fyri hvussu nógv nikotin kann vera í hvørjum posa, og er nøgdin frá nøkrum fáum milligramum til heilt upp í 35 milligram. Sambært Heilsumálaráðnum er tað mest vanliga 10 milligram.
Til samanberingar hevur ein sigarett um 1 til 2 milligram nikotin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo