Vestmanna, Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur hava gjørt avtalu um eitt felags átak fyri at týna rottu í øllum hagapørtum og skorum á Streymoynni.
Tað skrivar Vestmanna Kommuna á heimasíðuni.
- Samstarvsátakið snýr seg um eina heildarloysn til bæði bøndur og røktingarfólk – sum verða tað berandi liðið í rottutýningini – og inniheldur rottueitur, ið verður sett í lættar framkomnar rottukassar við festum lykli, handskar, ráðgeving og vegleiðing um, hvussu eitrið verður handfarið, goymt og nýtt, soleiðis at rottutýningin gevur besta úrslitið, sigur kommunan.
Endamálið við samstarvsavtaluni er at minka um rottuna, sum ger stóran skaða í høgunum, og sum umframt at bera sjúkur við sær, eisini ger álvarsligan skaða á fuglalív, serliga tí rottan bæði etur egg og ungar.
Kommunan vónar at aðrar kommunur taka undir við hugskotinum, soleiðis at skipað rottutýning kann fara fram í øllum hagapørtum og skorðum í Føroyum, har rotta ger um seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo