Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

KVF: Bass-Elvis og Jesus á Mallorka eitur nýggjur dokumentarur, sum nú liggur tøkur á kvf.fo. Sendingin lýsir Jóannes Joensen, sum livdi í fleiri ár tað góða lívið í Mallorka sum undirhaldari og sangari. Men brádliga gjørdist hann sálarliga sjúkur og noyddist heim aftur til Leirvíkar.

Í klædnaskápinum í barndómsheiminum hjá Jóannes Joensen í Leirvík hanga búnarnir enn. Heimagjørdi kovboyjakkin, sum varð brúktur til at herma eftir Freddie Mercury; jólaklæðini, tá hann spældi jólamaður; og ikki minst hvíti Elvis-búnin og brillurnar.

Búnarnir eru leivdir av eini farnari tíð áðrenn aldarskiftið, tá leirvíkingurin livdi sín dreym á Mallorka og spenti seg út sum undirhaldari á Mallorka.

Sjúkan oyðilegði dreymin á Mallorka
Hvørt kvøld undirhelt hann fyri ferðafólki á gistingarhúsum á frítíðaroynni; umframt at skipa fyri spølum av ymiskum slagi, so sang so lystiliga eitt nú Don't Stop me Now hjá Queen, My Way hjá Frank Sinatra og Burning Love hjá Elvis Prestley.

Men dreymurin brast brátt eitt kvøldið, tá sjúkan skizofreni rakti hann sum ein pílur.

Jóannes Joensen noyddist tungu leiðina heim aftur og hevur síðani livað eina friðarligari tilveru í heimbygdini, sum hann treyðugt ferðast úr aftur.

Brúkar sjúkuna til sín fyrimun
Sangkarrieran hevur kortini livað sítt stilla lív øll árini.

Tí hóast sjúkan hevur sett síni spor og framvegis stundum kemur til sjóndar, so hevur Jóannes Joensen funnið útav, hvussu hann kann brúka hann til sín fyrimun og smíða sangir.

Serliga seinnu árini hava alsamt fleiri føroyingar varnast sermerktu bass-røddina hjá leirvíkinginum, sum oftari og oftari er at hoyra í útvarpinum.

Lýsa Bass-Elvis í dokumentari
Í vetur fylgdu brøðurnar, Finnur Koba og Thomas Koba, leirvíkinginum við einum filmstóli. Úrslitið er dokumentarurin Bass Elvis & Jesus á Mallorka. Hann verður sendur eftir Dag & Viku; men kann síggjast longu nú á heimasíðuni hjá kringvarpinum her:

https://kvf.fo/sending/bass-elvis-og-jesus-mallorka?sid=180593

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo