Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Umhvørvismálaráðið: KVF hevði í gjár innslag við samrøðu við varastjóran í Gjaldstovuni um svarið frá Umhvørvismálaráðnum til fyrispurning frá Beinir Johannessen, tingmann, um stytting av arbeiðsvikuni.

 Í innslagnum rør KVF framundir, at í svarinum verður sagt, at Gjaldstovan hevur gjørt eina “greining”, og at svarið til tingmannin er “ófullfíggjað”.

 Hesi lýsing kennir Umhvørvismálaráðið seg als ikki aftur í. Í svarinum, sum kann lesast her, verður greitt víst á, at talan einans er um eina “yvirskipaða meting” – eina útrokning grundað á givnar fortreytir – og greitt verður somuleiðis frá, hvørjar fortreytir Gjaldstovan hevur fingið at nýta til útrokningarnar.

Gjaldstovan og Hagstovan gjørdu útrokningar fyri tað almenna, kommunurnar og tað privata eftir tí leisti, sum Umhvørvismálaráðið hevði biðið um. Umhvørvismálaráðið hevur mett um skattainntøkurnar.

Hetta er besta boðið, men víst verður somuleiðis á, at hendan útrokningin er heft at stórum óvissum, og úrslitið er sera tengd at nýttu fortreytunum.

 Tá eingin neyvari greining finst fyri samlaða arbeiðsmarknaðin, er trupult at geva eitt meira fullfíggjað svar hesum viðvíkjandi.

 Umhvørvismálaráðið skal tó taka á seg, at rættast hevði verið, um svarið varð sent Gjaldstovuni og Hagstovuni, áðrenn tað var latið løgtinginum. Báðir stovnar hava gjørt eitt megnar arbeiði við at fáa til vega hagtøl og gera útrokningar.

 Men tað er týðandi at staðfesta, at tey tølini, sum eru endurgivin í svarinum frá Umhvørvismálaráðnum, eru júst tey tølini, sum Gjaldstovan og Hagstovan hava latið Umhvørvismálaráðnum.  

Tað hava Gjaldstovan og Hagstovan váttað eftir innslagið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo