Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Fríggjadagurin var síðsti leikdagurin og her var kappast í einmansleiki.

Hvørt av teimum 40 londunum hevur 4 leikarar, so 160 mans vóru við í kappingini. Einmansleikur verður spældur sum cup frá byrjan. Bara Jan Erik Fjallstein skuldi spæla í fyrsta umfari, hinir tríggir komu beinleiðis inn í annað umfar.

Jan Erik spældi móti sponskum leikara og kom afturum 0-1, men hevði síðan munin og vann 4 sett á rað og dystin 4-1.

Í øðrum umfari hitti Jan Erik leikara úr Sveis. Teir fylgdust báðir til 2-2, men síðan setti Jan Erik eitt gear upp og vann síðstu tvey settini trygt og dystin 4-2.

Remy Gaardlykke hevði í sínum fyrsta dysti mótstøðumann úr Luxemburg. Remy hevði eina øgiliga trilvandi byrjan og kom skjótt aftur um 0-2. Fekk við tógvið stríð minkað um munin til 1-2, áðrenn maðurin úr Luxemburg aftur økti til 1-3. Men við trimum góðum settum gjørdi Remy eitt comeback og vann 4-3.

Jan MacIntosh skuldi spæla sín fyrsta dyst á scenuni har tað bleiv stroymt. Jan tyktiskt meira ávirkaður av umstøðunum enn rumenski mótstøðumaðurin, tí rumenin var mest sum øll settini fyrr niður á lukking. Men tá rumenin ikki rakti doublarnar, so var Jan eirindaleysur við sínum lukkingum og tí vann Jan 4-1.

Uni Árting var síðsti føroyingurin at sleppa í gongd. Hetta var í dysti móti leikara av Jersey. Teir skiftust um at vinna settini, har teir høvdu útlegg inntil 3-3. Í síðsta setti átti Jersey-leikarin útlegg og var nógv fyrr niður á lukking, men so komu nervar uppí og Uni tók av, tá hann fekk møguleikan og vann 4-3.

Nú vóru allir fýra føroysku leikararnir komnir í topp 64 og lagið á monnum var gott, tí umframt Føroyar høvdu einans Skotland og Holland megnað at fingið allar fýra leikararnar so langt.

Men jú longri mann kemur, jú harðari verður mótstøðan. Jan Erik og Remy fingu báðir írskan mótstøðumann.

Hvørki Remy ella Jan Erik fann tað góða spælið fram og írarnir vunnu greiðar sigrar í báðum dystunum.

Løtu seinni vóru tað Jan og Uni, ið skuldu royna seg, báðir móti leikara úr Grikkalandi. Á pappírinum eitt sindur veikari mótstøðumenn ein teir írsku. Uni kom beinanvegin afturum 0-2, megnaði við tógvið stríð at hanga í koma uppá 2-3, men so var aftur galið og grikkin vann 4-2.

Jan megnaði at vinna fyrsta sett, men síðan bar alt til hjá grikkanum og við settum uppá 15, 17, 13 legði hann seg á odda 3-1. Jan minkaði um munin við góðum setti, men enn eitt sett uppá 15 pílar frá grikkanum gjørdi, at Jan tapti 2-4, og harvið vóru allir føroysku leikararnir slignir út í sama umfari.

Heildarkenslan fyri henda dagin var góð, tí at fáa allar leikararnir í topp 64 var sum sagt nakað, ið øgiliga fá lond megnaðu. Og tá hugsað verður um, at lond sum Spania, Ongland, Danmark og Týskland bert megnaðu at fáa ein leikara so langt, sum allir okkara menn komu, so má dagurin í einmansleiki metast sum góðkent avrik.

Samanlagt endað Føroyar á einum 24. plássi. Hetta kundi verið betri og tað var serliga dagurin í tvímansleiki, har vit einki stig fingu til samlaða roknskapin, sum kostaði. Eisini vóru møguleikar at hála nøkur eyka stig inn í liðkappingini, men í dart eru marginalarnir smáir og tey vóru ikki við okkum allar dagarnar.

EM-kappingin endar leygardagin við hálvfinalum í liðkappingini og finalum í øllum greinunum. Einastu norðumlond, ið framvegis eru við í kappingini eru mansliðini hjá Danmark og Svøríki, umframt Svøríki í tvímansleiki hjá monnum. Leygarkvøldið verður galla-døgurði og endahátið.

Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo