Klaksvíkar kommuna hevur fingið serkøna hjálp at fáa greiðu á um persónsupplýsingar og annað sum teldusníkar um vikuskiftið løgdu hald á kunnu fáast til vega aftur.
Sníkarnir hava lagt hald á allar telduskipanirnar hjá Klaksvíkar kommunu, men hava ikki enn kravt nakað loysigjald, segði borgarstjórin við Útvarpið seinnapartin í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo