Tvøroyrar kommuna: Á býráðsfundir í gjár tók Tvøroyrar Býráð einmælt undir við at seta Noomi Michelsen Dimon sum kvøldskúlaleiðara í Tvøroyrar kommunu.
Noomi er 31 ára gomul og av Tvøroyri. Hon býr til dagliga í Vági, saman við manninum og teirra tveimum børnum. Hon er útbúgvin cand.mag. í søgu og samfelagsfrøði og hevur áður m.a. undirvíst á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í Suðuroynni. Eitt tíðarskeið var Noomi eisini í avloysarastarvi á Kunningarstovuni á Tvøroyri.
Arbeiðið á Kunningarstovuni dámdi Noomi so mikið væl, at hon gjørdi av at søkja starvið sum kvøldskúlaleiðari. Noomi sigur, at henni dámdi væl møguleikan starvið kundi geva henni at gera ein mun og at skapa nakað fyri borgarunum í heimstaðnum.
Fyrsti arbeiðsdagur er longu mánadagin 30. oktober og Noomi er sera spent upp á at koma í gongd. Nú er tað rættuliga seint á árinum at hon er sett sum leiðari, tí fer komandi tíðin fyrst og fremst við at fáa tey kvøldskúlaskeiðini upp at standa, ið fólk eru von við eru á skránni.
Noomi sigur, at hon fer at nýta ta tíð ið skal til, fyri at seta seg ordiligt inn í mannagongdirnar. Fólk skulu tí ikki vænta nakað kollveltandi í kvøldskúlanum beinanvegin nú í heyst. Hon hevur tó stórar ætlanir fyri framman og longu fyrst í komandi ári vónar hon at byrja at seta síni fingramerki á framtíðarætlanirnar hjá kvøldskúlanum.
Tvøroyrar kommuna ynskir Noomi hjartaliga til lukku við starvinum og ynskir bestu eydnu við Tvøroyrar Kvøldskúla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo