Dartsambandið: Annar dagurin í EM í dart snúði seg um tvímansleik. Føroyar høvdu tvey pør við. Føroysku leikararnir hava allir nakað av altjóða royndum, men eru ikki so vanir við at spæla so nógv í tvímansleiki á hesum støðinum.
Lutakastið sá tó ikki so galið út á pappírinum. Spælt var beinleiðis cup, so tað ráddi um at vera klárur frá byrjan, fyri at halda seg í kappingini.
Jan MacIntosh og Uni Árting møttu í fyrsta dysti einum pari úr Lettlandi og her var eingin slingur í valsinum. Báðir raktu væl og Uni lukkaði øll settini í fyrstu roynd, so tað bleiv ein sera tryggur 4-0 sigur til Jan og Una.
Næst á skránni var eitt par úr Luxemburg. Í fyrsta settið var javnt, men doublarnir sviku. Í øðrum og triðja setti, sást trygga spælið frá fyrsta dystinum aftur og so vóru Jan og Uni frammanfyri 2-1. Í fjórða setti komu Jan og Uni eisini fyrst niður á double, men nú bar einki til, 9 kiksaðir sett-pílar og so var 2-2. Eftir hetta bar einki til longur og menninir úr Luxemburg raktu brádliga alt, og so var leyst og liðugt eftir stuttari løtu, 4-2 til parið úr Luxemburg.
Jan Erik Fjallstein og Remy Gaardlykke komu beinleiðis inn í annað umfar. Her møttu teir einum pari úr Noreg. Norðmenninir løgdu sera hart út og fóru við fyrsta settið. Í øðrum setti fekk Remy tríggjar sett-pílar, men misnýtti og so fór Noreg eisini við tí settinum. Norðmenn áttu eisini greitt triðja sett. Fjórða sett gjørdist eftir tey fyrstu køstini ein hurlivasi. Allir høvdu trupulleikar við at raka nakað sum helst, og eftir nógvar royndir eftir double frá báðum pørtum, fór Noreg eisini avstað við hesum settinum og vann 4-0. Harvið endaði eisini føroyska luttøkan í tvímansleiki.
EM heldur fram í morgin við dystunum í einmansleiki og hetta er síðsti møguleiki hjá føroysku leikarunum á hesum sinni. Byrjað verður kl 12 føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo