Valevnið hjá republikanarunum til forsetavalið komandi, Donald Trump, hevur vissað ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um, at hann stuðlar Ukraina í krígnum ímóti Russlandi.
Tað sigur Zelenskyj sambært DR við Fox News, eftir at hann í gjár hitti fyrrverandi amerikanska forsetan undir fýra eygum í New York í samband við árliga ST aðalfundin.
Donald Trump hevur áður sagt, at hann fer at arbeiða saman við bæði Ukraina og Russlandi í royndunum at fáa frið í lag. Tað hava fleiri tulkað sum um, at hann serliga ætlar at ganga ynskjunum hjá Russlandi á møti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo