Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyar eiga at halda áfram at kanna og bora eftir olju, tá hetta kann gerast ein langtíðar inntøka, sum kann vera grundarlag fyri fíggjarligum sjálvbjargni og menning.

Á kortinum niðanfyri síggjast tey bretsku oljufeltini. Bretsk oljufelt, sum liggja beint sunnanfyri føroyska markið,

Hetta kann geva týðiligar ábendingar um, at føroyska undirgrundin kann hava líknandi oljutilfeingi.

Oljuvinna hevði tryggjað nýggjar inntøkur, skapt arbeiðspláss og ment útbúgvingarstøðið, serliga innan tøkni og verkfrøði. Samstundis er eftirspurningurin eftir olju enn stórur, hóast arbeitt verður við grøna orkuskiftinum.

Føroyar eiga tí at halda áfram við oljuleiting, fyri at tryggja búskaparliga menning, eitt sterkari orkupolitiskt grundarlag, og fíggjarligum sjálvbjargni, sum kann seta meira ferð á fullveldistilgongdina.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo