Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg hvakk við, tá eg fríggjamorgunin í Útvarpinum hoyrdi Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum, siga, at útgjaldið úr Samhaldsfasta næsta ár hækkar við 2,1 prosenti áðrenn skatt. Er nakar annar, sum hevur fingið eina so láturliga lønarhækking? Til søguna hoyrir eisini, at peningurin í Samhaldsfasta verður skattaður tvær ferðir bæði við inngjald og útgjald.

Tað er ikki langt síðan, at Malan Johansen segði nakað soleiðis í fjølmiðlunum: "tey eldru oyðilegga framtíðina fyri tey ungu". Nei, Malan, hetta kláraðu teir borgarligu flokkarnir, tá teir samtyktu forskattingina av pensjónum við inngjald. Hetta gevur landskassanum í løtuni góðar 500 milliónir, sum fara til forbrúk, og sum koma at mangla í framtíðini. Tað er m.a. hetta, sum fer at oyðileggja framtíðina hjá teimum ungu. Malan sær bara tað, hon vil síggja, og stigmatiserar tey eldru.

Støðan í landinum er syndarlig, tí her verður hvørki livandi hjá ungum ella eldri við tí politikki, sum verður førdur. Ein avleiðing verður, at ein vaksandi partur av teimum ungu lesandi ikki koma heim aftur eftir lidnan lestur í útlandinum. Føðitíttleikin gongur longu nú skeiva vegin, tí tey ungu hava hvørki ráð at fáa børn ella at seta búgv.

Jákup Andreasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo