- Vegna sera vánaligu veðurforsøgnirnar í morgin ári er avgjørt, at ikki senda bilar og maskinur út at grava og salta fyrr enn bráddurin av illveðrinum í morgin ári er farin framvið.
Tað skrivar Landsverk í boðum í kvøld.
Sambært forsøgnini, so verður kolandi stormur av eystri og landnyrðingi við nógvum avfalli í morgin ári. Tað heldur á til einaferð um middagsleitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo