Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í vikuskiftinum, 23. og 24. novembur, verður aftur skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum, Livandi Tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn.

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki úr ull, skinni, leiri, træi og øðrum góðum tilfari. Eisini er smakkgóða mathandverki frá føroysku bygdunum umboða á tiltakinum. Tey vitjandi kunnu fáa mettuna á staðbundna matmarknaðinum og støkkuppkaféini báðir dagarnir.

Umframt framsýning og sølu av handverki verða aðrir táttar á skránni. Eitt nú kunnu tey vitjandi læra at gera bróstsukur við Útistovugarðinum á Trøllanesi og seyma indur til blóðmør við Uppistovu á Trøllanesi, og Anni og Erla fara at práta um føroyska skinnvøru.

Livandi tilfeingi er opið leygardagin 23. novembur frá 11.00 til 18.00 og sunnudagin 24. novembur frá 13.00 - 18.00.

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo