Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landað í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Ísland og tvey eru við Grønland (annað landar mánadagin). Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu.
Streymurin er brúkiligur, men veðurvánirnar eru vánaligar, so vit væntað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin.
Ein ísfiskatrolari fiskar kongafisk vestanfyri. Hann landar væntandi síðst í vikuni. Ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Eisini hann landar í vikuni. Hinir djúpvatnstrolarnir liggja við bryggju.
Seks pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Tey flestu eru nýliga byrjaði túr, so helst landa einans tvey pør í vikuni.
Tríggir eru á Skeivabanka og tveir eru norðanfyri. Brúkiligt fiskarí á Skeivabanka, men smáligt norðanfyri. Allir landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er smáligt. Øll landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo