Bretska kongshúsið er komið í andróður, eftir at tað er komið fram hvussu nógv krýningin av Charles kongi III kostaði skattgjaldaranum.
The Guardian hevur gjørt upp, at talan í øllum førum var um eina upphædd sum var 72 milliónir pund ella 620 milliónir krónur.
- Tað líkist ongum, tá vit hugsa um, hvussu dýrt tað er blivið hjá meiniga manninum at fáa endarnar at røkka saman, sigur eitt umboð fyri felagsskapin Republic, sum vil hava kongshúsið avtikið.
Onnur vísa á savnandi virðið sum krýningin hevði fyri tjóðina, og bretskt vinnulív, tí fólk um allan heim fylgdu við í sjónvarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo