Gosini sum hava verið á Reykjanesi í Íslandi farnu dagarnar eru minkað nakað í megi, skriva íslendskir miðlar.
Nakað av gassdálking er eisini staðfest í bygdini Grindavík, sum er har nærhendis, og har tey flestu eru flutt burtur av tí sama. Men fleiri av íbúgvunum eru eisini so smátt flutt aftur til bygdina.
Eisini hava avbjóðingar verið við ferðafólkum, sum vilja koma nær gosunum, og sum viðhvørt ganga og vála úti á vegunum mitt um náttina, har sýnið kann vera vánaligt, skrivar Iceland Monitor.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo