Í morgin verður skrið ella stormur av norð ella landnyrðingi. Avfall allan dagin, fyrst sum kavi, seinni mest sum regn. Tað verður spakuliga lýggjari, upp í eini 4 stig í morgin.
Týsdagin minkar vindurin niður í lot ella gul av norði, síðani fer hann niður í vestan, turt og sólglottar.
Mikudagin lot av vestri ella útsynningi, sólglottar og turt, hitin um 6 stig.
Hósadagin lot til frískan vind vestaneftir, fyrst turt og sólglottar, hitin um 7 stig, seinni kølnar og tað fer at kava.
Fríggjadagin strúkur í vindi ella skrið av eystri ella landnyrðingi, tað fer at kava allan dagin og hitin niður ímóti frostmarkinum.
Næsta vikuskifti verður vánaligt veður, skrið ella stormur eystaneftir, hitin millum 3 og 5 stig og nógv avfall, partvís sum vátaslettingur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo