Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstudninginum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studning í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í útgoldnum ÚSUN - livikostnaði og ferðastudningi - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studningin einaferð í skúlaárinum, eru tald við. (kelda: Studni, juni 2024).

Seinastu dagarnar hevur verið tosað um rákið, ið sigst vera, at alt fleiri ungfólk fara av landinum í lestrarørindum.

Men er rákið soleiðis?

Tøl frá Studna stuðla ikki undir, at gongdin er soleiðis.

Støði verður tikið í niðanfyristandandi talvu hjá Studna, sum hevur skrásett hagtøl við støði í lestrastuðli fyri lesandi á hægri útbúgvingum í Føroyum og uttanlands í eitt longri tíðarskeið (víst verður til viðmerkingina niðanfyri í talvuni/myndini).

##med2##

Fyri at gera gongdina týðiliga havi eg valt at samanbera skúlaárið 2013/14 við skúlaárið 2023/24 – eitt 10 ára skeið. Annars kann sjálvandi nógv annað lesast úr talvuni. Her er talan um faktuell tøl, sum eru samanbærlig.

Fylgjandi framgongur av talvuni:

  • Talið av føroyingum, sum eru undir hægri lestri í Føroyum og uttanlands, tilsamans, er lækkað úr 2.519 til 1.828. Ein lækking uppá 27%.

  • Samlaði talið av hægri lesandi í Føroyum er hækkað úr 838 til 1026. Ein hækking uppá 22%.

  • Samlaða talið av lesandi føroyingum undir hægri lestri í Danmark er nærum hálverað úr 1423 til 732. Ein lækking uppá 49%.

  • Samlaða talið av lesandi føroyingum í ÚSUN-skipanini (lesandi uttanfyri Norðurlond) er lækkað úr 258 til 70. Ein lækking uppá 73%.

  • Í skúlaárinum 2013/14 lósu 33% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. Í skúlaárinum 2023/24 lósu 56% av teimum, sum lósu hægri lestur, í Føroyum. 23% stig fleiri.

Terji á Lakjuni,
lestrarvegleiðari á Kambsdali

Tølini fyri lesandi í Føroyum eru gjørd við støði í mánaðarliga lestrarstudninginum - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studning í skúlaárinum, eru tald við. Tølini fyri lesandi uttanlands eru gjørd við støði í útgoldnum ÚSUN - livikostnaði og ferðastudningi - øll á hægri útbúgvingum, ið hava fingið studningin einaferð í skúlaárinum, eru tald við. (kelda: Studni, juni 2024).

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo