Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt í eini talu til tjóðina, at Russland nú fer at brúka miðrøkkandi rakettir í krígnum ímóti Ukraina. Tað ger Russland sum eitt aftursvar uppá vesturlendska "aggressión", sum hann segði.
Vladimir Putin segði eisini, at Russland fer at svara "symmetriskt" ella samsvarandi, hvørjaferð vesturheimurin økjur um sítt hernaðarliga virksemi í Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo