Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Farna vikuskiftið luttóku 5 føroysk toymi í stórari CrossFit-kapping í Livingston í Skotlandi har umleið 70+ lið vóru tilmeldaði. Øll liðini skuldu kappast í 4 ymsum kappingum og fingu føroysku liðini avbera flott úrslit!

CrossFit
CrossFit er ein heldur nýggj ítrottargrein, ið samantvinnur nógvar ítrottargreinar so sum vektlyfting, úthaldni og fimleik, og leggur dent á funktionellar rørslur. Bæði í venjingum og kappingum verða allir íðkarar avbjóðaðir í styrki, úthaldni og skjótleika. CrossFit er harafturat kent fyri at skapa sterkan felagsskap fyri íðkarar sínar.

Úrslit
Kappingin varð deild upp í trý ymisk torleikastig: RX, RX’ish og Scaled. Føroysku toymini vóru í besta og næst-besta torleikastignum, og stóðu seg sera væl!

Úrslitini eru niðanfyri:

RX Kvinnur: Jenny Persson & Kristina Thede: 4. pláss

RX Menn: Bartal Kamban & Eyðun Højgaard: 6. pláss

Rói Agnarsson & Niels Áki Mørk: 7. pláss

RX’ish Kvinnur: Jóhanna av Steinum & Tordis Tróndarson: 2. pláss

Barba Andreasen & Katrin Hovland: 5. pláss

Luttakararnir takka Hjálpirót fyri stuðul til kappingarferðina til Skotlands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo