Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samferðslu ætlanini hjá Landsverk frá 2018 er gjørd tilmæli um hvussu farleiðirnar skulu raðfestast.

Og har er greitt at Sandavágshálsur – Sandavágur – Miðvágur eigur at verða gjørt áðrenn Vestmanna leiðin.

Hvussu ber tað so til at man nú frá landsstýrinum sigur, at ein tunnil til Vestmanna eigur at verða næsta verkætlan aftaná at Tjørnuvíkar tunnilin er liðugur?

Hendan ætlanin er gjørd í 2018 so ferðafólkatal og ferðslan á flogvøllin man verða næstan tvífalda síðan tá, ella verður tað heilt skjótt.

Nú eiga okkara lokalu politikkarar at leggja trýst á landsstýrismannin, so at vit kunnu fáa eina trygga farleið í Vágum.

Bara at gera eina rundkoyring á Giljanesi er ikki gott nokk.

Tað er als ikki í lagi at so nógv ferðsla er mitt gjøgnum Sandavág og Miðvág.

Og fer man inn og tálmar ferðsluni enn meira gjøgnum tær bygdirnar, so endar tað við at koyritíðin á flogvøllin og til vestaru bygdirnar verður alt ov long.

Tað er enntá ein møguleiki at fíggja nakað av tí við at hækka gjaldi í Vágatunlinum í nøkur ár.

So nú er tíð uppá at vit standa saman í Vágum, so at ein nýggj trygg farleið verður gjørd.

Hans Kári Hansen
Komandi kommustýrislimur í Sørvágs Kommunu

Her ber til at síggja samferðsluætlanina hjá Landsverk.

https://www.landsverk.fo/fo-fo/samfer%C3%B0sluaetlanin-2018-2030

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo