Røða hildin av Elsebeth M. Gunnleygsdóttur á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum
Fleiri ung hava trupult við at fáa tak yvir høvdið. Hjá summum sær tíverri vónleyst út. Tí er neyðugt við slóðbrótandi nýskipanum, sum veruliga gera mun. Og tað ætlar Fólkaflokkurin at gera. Og tað gera vit m.a. við familjupakkanum, sum vit fyri nøkrum vikum síðani hava lagt fram.
Í dag fáa fólk rentustuðul í samband við sethúsabygging og verður hesin stuðulin goldin yvir 30 ár. Ístaðin fyri rentustuðul, ynskir Fólkaflokkurin, at fólk verða stuðlaði beinanvegin, tá tey keypa bústað. Tað er eisini júst tá, tørvurin er størstur.
Hetta skal gerast soleiðis, at fólk fáa afturgoldið MVG av sethúsabygging. Hetta vil lætta munandi um hjá teimum ungu at seta búgv.
Vit ynskja eisini, at tey ungu skulu fáa møguleikan at nýta egnu pensjónsuppsparing, sum eginfígging, tá tey keypa sín fyrsta bústað.
Hetta merkir, at eitt ungt par við miðal-inntøku, hevur eftir 8 ár spart eina hálva millión í pensjón. Tað er nakað meira enn minsta kravið, sum peningastovnar seta til eginfígging.
Soleiðis ætla vit, at ungfólk fáa møguleikan at seta føtur undir egið borð eftir fáum árum á arbeiðsmarknaðinum.
Bara hesi bæði uppskotini hjá Fólkaflokkinum vildu tilsamans gjørt tað munandi lættari hjá teimum ungu at keypt bústað. Hetta eru veruligir og slóðbrótandi batar.
Umframt hetta, eru fleiri aðrir batar í familjupakkanum hjá Fólkaflokkinum so sum:
-
Hækkaðan barnafráfrátt
-
Skattaskipanin javnast
-
Botnfrádrátturin hjá kommunum hækkast
Bara fyri at nevna nøkur av tiltøkunum.
Góðu fundarfólk
Nú heimurin gerst meira og meira ótryggur, og vit sum land ikki ynskja at vera stuðlar hjá teimum londum, sum vit vanliga ikki samanbera okkum við - oljuframleiðandi londum - meti eg, at tað er okkara skylda, sum eitt vesturlendskt demokrati, at verða við til at tryggja at vesturheimurin hevur atgongd til orku. Orku, sum verður útvegað so reint og trygt sum gjørligt. Og uttan at stuðla autokratiskum londum, ið brúka oljuinntøkur til at føra kríggj og terror við.
Í Norðurevropa er nógv olja eftir, sannlíkt í Føroyum eisini. So hvørt sum tær 'gomlu' oljuleiðirnar í Norðsjónum og vestanfyri Hetland verða latnar aftur, so gerst tað truplari og truplari at útvinna olju her uppi í Norðuratlantshavi. Tí er spurningurin eisini, um vit ikki eiga at fáa gongd á oljuframleiðsluna her um leiðir.
Rosebank, har bretar útvinna olju, liggur umleið 10 km frá føroyska markinum. Hetta er umleið sama vegalongd sum frá Klaksvík til til Leirvíkstunnilin ella frá vágfloghavn til Sandavág. Sjálvandi er tað olja í føroysku undirgrundini eisini. Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at og ganga sum tænarar fyri onnur oljulond, meðan tað allarhelst er fult av olju í okkara egna øki. Vit eiga sum skjótast fara at leita og útvinna olju sjálvi.
Kann fyri stuttleikar fortelja, eg var í London við Rættarnevndini fyri mánaða síðani og tosaði við politikkara í bretska parlamentinum. Og spurdi eg hann um, hvussu var, um tey fóru í gongd við oljuleiting við Rosebank.
Hann svaraði mær: Vit vita, at vit fara at hava brúk fyri olju nógvu næstu árini. Ja, vit kunnu velja at lata vera við at leita eftir olju. Men um vit gera tað, ja so eru vit noydd til at hella høvdið ímóti Putin ella Miðeystri fyri at kunna keypa olju har.
Vilja vit tað?
Ella vit kunnu eisini velja at fara eftir okkara egnu olju, og tað gera vit við grønari orku, ja, tann mest burðardygga oljuleiting sum finst í dag, elektrifiseraðar oljuboruplattformar.
Ja, júst somu spurningar, sum vit her í Føroyum kunnu seta okkum í dag.
...
Tá vit koma til uttaríkispolitikkin, kann eg ikki lata vera við at nevna Havnastongsulin. Hetta hevur rakað vinnulívið hart. Eg tosaði við vinnulívsmann í gjár. Hann nevndi nøkur dømir, har sum fyritøkur høvdu mist nógv. Onkur fyritøka hevði mist 10 prosent av umsetningunum, onnur umleið 30 prosent og annað dømi hevði mist 50 prosent av umsetninginum. So hetta er so alvorligt. Og eg ivist í, um vinstravongurin skilir alvorligheitina av hesum.
Hetta gongur í fyrsta umfari út yvir vinnulívið, arbeiðsfólk, ja, so er tað landskassin havnastongsulin kemur at ganga út yvir. Tað mann vera lagnunnar speisemi, at vit dag og dagliga hoyra frá samgonguni, at landsskassin manglar pengar, samstundis, sum reyða samgonga forkemur arbeiðsplássum í samband við Havnastongsulinum.
Góði fundarfólk
Núverandi samband til útoyggjarnar er ikki nøktandi orsakað av avlýsingum og seinkingum. Tí eigur sambandið til útoyggjarnar at gerast meira nútíðarhóskandi. Vit hava siglt til útoyggjarnar í meira enn 100 ár. Lat okkum nú hugsa út um boksina og hugsa nýtt. Lat okkum hava visjónir. Vit hava tosað um bygdamenning í eitt mannaminni, men fólkatalið á útoyggjunum bara minkar og minkar, og ongin ger nakað við tað.
Fleiri hildu tað vera ørskap at hugsa um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Hesar ætlanir vístu seg hinvegin at gerast sólskinssøgur. Kanska ein metro kann bjarga bygdunum.
Hyggja vit so bara eitt sindur inn í framtíðina viðvíkjandi veðrinum, kunnu vit ikki vera serliga bjartskygd. Veðurserfrøðingar spáa, at veðrið í framtíðini fer at blíva meir og meir ógvusligt, bæði hvat viðvíkur vindi, avfalli og hita og kulda - eisini í summartíðini. Hetta er kanska longu byrjað. Hetta merkir fleiri avlýsingar og seinkingar, óansæð gamlar ella nýggjar ferjur.
Tí eiga vit at knýta útoyggjarnar uppí meginøkið við undirsjóvarbreytum (metro). Soleiðis javnstilla vit allar føroyingar mest møguligt. Hetta er helst besta boðið uppá bygdamenning, og ger hetta Føroyar til eitt nútímans grønt ferðavinnuland.
Suðuroyartunnilin skal sjálvandi gerast, men løgið, at vinstravongurin, krevur at so skal pensjónsaldurin upp. Um mann heldur at hetta kemur at gjalda Suðuroyartunnilin, so hava tey misskilt okkurt. Álvaratos, lat pensjónistarnir fáa frið og ikki hækka pensjónsaldurin, men lat heldur teir pensjónistar, sum vilja og kunnu arbeiða, arbeiða so leingi tey vilja. Hetta er so mín meining.
Góðu fundarfólk
Føroyar eru helst eitt av heimsins bestu londum at búgva í.
Persónliga trúgvi eg, at størsta einstaka orsøkin til hetta er, at føroyingar altíð hava verið eitt gudsóttandi fólk, sum hava sett tey kristnu grundvirðini høgt. Hetta hevur upp ígjøgnum tíðirnar verið eitt gott og trygt fundament at bygt samfelagið á. Bæði tá tað hevur gingið við og ímót.
Hetta fundamentið vil eg framvegis byggja á og vónandi fleiri við mær. Tað hoyrast javnan røddir, sum ynskja Gud burtur úr almenna rúminum. Nei, Guð skal ongantíð úr almenna rúminum ella út úr barnagørðum og skúlum og heldur ikki vekk har avgerðir verða tiknar ella vekk av Føroya Løgtingið. Og heldur ikki koyra Gud vekk úr tjóðsanginum, men framhaldandi syngja: Eg nígi tí niður í bøn til tín Gud
Um vit taka Gud burtur úr samfelagnum, so kemur okkurt annað verri ístaðin, og tað hava vit mong ræðandi dømir um. Ongantíð meir enn nú. Vit skulu halda fast við tey virðir, sum hava bygt okkara samfelag. Nógvur skaði er tíverri longu hendur orsakað av lívsáskoðanum, sum ikki byggja á kristnan grundvøll. Latum okkum royna at steðga skriðuni, um tað er møguligt.
Góðu fundarfólk
Eg kann ikki siga annað enn, at fólkafloksfólk er eitt sera arbeiðssamt fólkaslag. Vit hava verið vitni til kommunuvalið nú í heyst, har vit hava sæð, hvussu okkara fólk hava stríðst um alt landið til seinasta minutt. Ja, heilt inn til valhølini vóru latin aftur. Hugaligt, og hevur hetta eisini givið úrslit. Bæði í Tórhavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu fór Fólkaflokkurin fram. Telvingin, ja - hon verður betri til næsta val.
Hjartaliga til lukku øll tit, sum eru vald inn fyri Fólkaflokkin. Ófør eru tit. Men vit skulu altíð - altíð - minnast tey, sum eisini hava stríðst, men ikki eru innvald hesaferð. Tit hava gjørt nógv fyri, at vit fingu so gott val. Øll tit, sum hava hjálpt til - feløg og einkult persónar. Túsund, túsund takk fyri. Og her eigur eisini skrivarin hjá Fólkaflokkinum, Rebekka Manuela Behrens, eina stóra tøkk uppiborna. Manuela, eg veit, at tú hevur stríðst dag og nátt
Beinir - við tínari atferð, hevur tú eisini stuðlað valevnunum til kommunuvalið. Eitt nú við at vitja valtiltøk, har tú hevur tú víst tín dygga stuðul. Hetta hevur eisini havt stóran týdning fyri valevnini.
Veljarakanningarnar ganga so væl sum ongantíð fyrr, og lat okkum ikki hvíla á lagberbløðunum, men allatíðina vísa, hvørja leið Fólkflokkurin vil fara, hvat Fólkaflokkurin stendir fyri. Tað verið seg innan vinnu-, uttanríkis- ella familjupolitikki o.s.fr.. Lat okkum vera ítøkilig tá vit greiða fólki frá, hvat vit standa fyri og hvønn veg vit ætla okkum.
Hetta er lukkast okkum væl. Ivist onga løtu í, at tað hevur gjørt sítt til, at veljarakanningin vísir, at Fólkaflokkurin verður størsti flokkur og enntá, føroyingurin vil hava Beinir til løgmann.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo