Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann, sum ikki visti betur, kundi eftir D&V í kvøld næstan fáa ta fatan, at vit fáa eina rúgvu av fiski frá Russlandi - og lata einki afturfyri.

Tað er ikki rætt. Vit lata nógv, nógv, nógv meir enn vit fáa.

Og hetta nógva lata vit til eitt stýrið, sum nú í meira enn 1000 dagar hevur sorað eitt annað land sundur.

Eingin kennir sanna talað á deyðum og illa særdum, men um milliónina er tað uttan iva farið. Og talið á flóttafólkum er mangt, mangt slíkt.

Øll heimsskipanin, sum vit kenna hana, er hótt av nýggja samstarvinum millum stýrið í Russlandi og stýrini í Iran, Norðurkorea og onnur mannvond stýri.

Og eingin hevur so stórt gagn av verandi heimsskipan, har tú kanst hava rætt hóast tú ert lítil og ongan her hevur, sum vit.

Hesum greiðir Hans Andrias Sølvará sera væl frá í nýggju bók síni, Frá Kuweit til Kyiv.

Tað er ein fongur at fáa slíkt á føroyskum. Tí tað ger heimin nærverandi, og minnir okkum á, at vit eru partur av heiminum. Og at vit eisini hava eina ábyrgd. At vit viðhvørt mugu velja.

Hesa bók hava øll tey nærløgdu fólkini, sum nú skulu taka støðu til samstarv Føroya við bøðlarnar í Kreml, sjálvandi lisið. Hjá teimum er slíkt er jú eitt slag av ‘pensum’ kann mann siga.

Tey hava eisini sett seg inn í, hvussu stórt virði vit kundu skapt úr teimum risanøgdum av fiski, sum vit lata russar fiska á føroyskum øki - uttan at vit so mikið sum hava nakað nøktandi eftirlit við tí.

Tey hava eisini sett seg inn í, hvussu vandamikið tað kann vera at geva 30 semi-militerum russiskum risaskipum rættindi at fiska við Føroyar - og eisini atgongd til føroyskar havnir.

Tí, sum Tór Marni Weihe segði í KvF í kvøld:

“Russland ketar búskaparpolitikk og trygdar- og verjupolitikk saman. Tað verður ikki gjørdur nakar skilnaður millum tey bæði økini í russiskari strategi.”

Hetta er veruleikin.

Hetta er valið.

Tað snýr ikki bara um búskap - tað snýr seg eisini um trygd.

Og so snýr tað seg eisini um nakað so gamaldags sum virðir.

Og øll hesi aspekt peika sama veg!

Innast inni vita vit øll, at tað snýr seg um dirvi at gera tað, sum er rætt.

Og sjálvandi hava øll okkara kosnu gjørt sítt heimaarbeiðið.

Tí er tað púra óhugsandi, at vit fara undir nýtt samstarv við massamordararnar í Kreml.

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo