OYVoxbotn: Bretarnir báðir Joshua Grimmet og Ethan Shore hava serligargávur, tá tað snýr seg um at framleiða nútímans popptónleik. Teir hittust í 2014, og byrjaðu at gera tónleik saman. Skjótt gjørdist greitt, at teir høvdu ein heilt serligan tóna saman. Teir spæla House tónleik, sum er melodiskur og dansigóður, og tónleikur teirra hoyrist í náttklubbunum um allan heim.
Goodboys komu brakandi inn á altjóða tónleikapallin við risa hittinum “Piece of Your Heart”, sum teir framleiddu saman við Italsku Meduza. Teir vórðu nomineraðir til eina Grammy virðisløn og lagið klintraði langt uppá hittlistarnar kring allan heim.
Hyggja vit at stroymingstølum teirra, so eru tað ørandi tøl. Samlað hevur bólkurin meira enn 6 mia. stroymingar, og risa hittið “Piece of Your Heart” hevur meira enn 1 mia. stroymingar bara á Spotify. Hetta vitnar um ein óvanligan vælumtóktan bólk.
Bólkurin hevur vunnið fleiri virðislønir fyri teirra tónlistarliga íkast, og útgávur teirra hava selt til platin og gull heitið.
Teir spæla á øllum teimum stóru festivalunum og klubbunum úti í verð, og nú koma teir til Føroya. Goodboys fara at fáa Vágsbotn at danda og hoppa í einum gleðisrómi, sjálvdan sæddur her á landi.
Gleð teg til eina dansiveitslu, tá Goodboys tendrað beatini.
Sprikk á ebillet.fo og keyp atgongumerki, áðrenn tað verður ov seint. Atgongumerki kosta kr. 795,- umframt avgreiðslugjøld.
OY Voxbotn 2025. Í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo