Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

(savnsmynd)

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Tað eru sekstanda ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2024 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum. Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.

Kærleikskúlan 2024 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Skrá 26. november 2024 kl. 10.00

❖ Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin.

❖ Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, flytur fram røðu.

❖ Kærleikskúlan 2024 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

❖ Elkin Klettheyggj, stýrisforkvinna á Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2024 til eina virðiliga fyrimynd.

❖ Lena og Niclas spæla eitt lag

❖ Ábit og drekkamuður verða at fáa.

❖ Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2024 henda dagin í Listaskálanum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Stroymt verður á Facebook síðuni hjá Dugna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo