Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag kemur Poetikkur eftir heimspekingin Aristoteles út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út.

Hvussu verður eitt væleydnað handrit evnað til? Hvussu kann ein sjónleikur fanga áskoðaran?

Aritoteles gav við Poetikkinum leiklistini og føgrum bókmentum meginreglur at halda seg til og virka eftir.

Verkið viðgerð teir megintættir, sum bæði skemtileikir og sorgarleikir byggja á. Aristoteles greinar, hvussu eitt handrit verður bygt upp. Og hann vísir á, hvussu søgugongdin kann ala fram kenslur hjá teimum, sum hyggja og lesa.

Greiningarnar í Poetikkinum hava havt avgerðandi ávirkan á eftirtíðina. Frá frásøgukynstri, søgugongd til eginleikarnar hjá einstøku persónunum í eini søgu. Alt hetta sæst aftur tann dagin í dag og er grundarlagið undir leiklistini um okkara leiðir. Verkið hevur havt ein slíkan týdning, at eisini í Hollywood verða boðin út skeið í Poetikkinum eftir heimspekingin Aristoteles.

Hetta er fýra og tjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi.

Heiðursgáva landsins fall Eilifi Samuelsen í lut, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vórðu handaðar. Heiðursgávan er latin týðaranum fyri arbeiðið at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.

Bókin er 153 bls og fæst til keyps í bókabúðum og á www.hemlid.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo