Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vesturheimurin skal vita, at Russland ætlar sær at koma við hóskandi svari uppá avgerðina hjá USA at loyva Ukraina at brúka rakettir, gjørdar í USA, til at raka mál í Russlandi. Tað sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta, Dmitry Peskov, skrivar Reuters.

Russland skeyt í gjár eina slíka hypersoniska rakett ímóti ukrainska býnum Dnipro. At rakettin er hypersonisk vil siga, at hon flýgur sera skjótt, og minst fimm ferðir skjótari enn ljóðið. Tað ger hana sera trupla at skjóta niður, áðrenn hon rakar málið.

Ukraina hevur eftir álopið sagt, at ferðin hjá rakettini var nærum 13.600 km/t. Til samanberingar kann nevnast, at ferðin hjá einum vanligum ferðafólkaflogfari er umleið 900 km/t. 

Dmitry Peskov segði eisini, at Russland hevði ikki skyldu at boða USA frá álopinum á Dnipro áðrenn, men gjørdi tað kortini. USA fekk boðini 30 minuttir áðrenn tað hendi. 

- Putin er framvegis opin fyri at tosa, endaði Peskov við at siga, skrivar Reuters.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo