Tað er framvegis av ringasta veðri kring alt landið, men serliga í Vágum eru nógvir skaðar hendir, frættist frá politinum, sum fyrr í morgun heitti á fólk í Sandavági um at halda seg innandura til tamarhald er fingið á fleiri takplátum sum flugu í vindinum við Steigarbrekkuna.
Línuskipið Havbúgvin hevur verið um at slíta, skipið hekk fyrr í morgun bara í einum trossa, og Vága Bjargingarfelag var á staðnum og royndi at bøta um støðuna, men fekk illa arbeitt í ringa veðrinum, skrivaði KvF.
Norðanfyri var ringast fyrr í morgun, tá tók onkur tekjan at ríva, men sum skilst gjørdist skaðin avmarkaður.
Landsverk sigur, at sera vánalig koyrilíkindir eru um Gøtueiði, á Oyndarfjarðarvegnum, á Gjáarskarði, Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, um Velbastasháls, á Syðradalsvegnum á Streymoynni og Brekkuni Stóru á Sandoynni. Heitt verður á bilførarar um at vísa stórt varsemi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo