Ein 31 ára gamal maður av útlendskum uppruna er í dag í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri drápsroynd.
Hendingin fór fram í Skálafirði í gjárkvøldið.
Maðurin skal hava stungið ein annan mann, ein føroying, í bringuna við einum knívi.
Tann skuldsetti varð handtikin í gjárkvøldið, og er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur ímeðan politiið kannar málið nærri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo