Eysturættin er sum vera man ikki tann besta í Nólsoy, og sum hetta videobrotið, sum Leif Hansen hevur tikið, vísir, so var veruligt áarføri í bygdini, tá fólk hugdu út í morgun. Er nógvur vindur av eystri, sum tað var síðstu nátt, so verður ógvusligt brim um eiðið, og grót og annað kann fylgja við.
Videobrotið niðanfyri er av facebook, tikið áðrenn lýsingina í morgun.
Videobrotið omanfyri hevur Leif sent okkum, og tað er tikið eitt sindur seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo