Um 7.30 tíðina í morgun vórðu boð send eftir tyrluni at hjálpa einum føroyingi sum var farin til gongu í fjøllunum í Norðstreymi og eftir øllum at døma ikki fann oman aftur sjávur.
- Politiið fekk fráboðan um persón, ið hevði gingið seg fastan omanfyri Tjørnuvík. Tyrlan varð boðsend, men síðan avblást, tá tað eydnaðist fólki frá Sunda Sløkkiliði at beina persónin á gøtuna oman til Tjørnuvíkar, skrivar Vørn um hendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo