At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Triðja studioútgávan hjá Marius DC kemur út í dag 23. november, hetta er samstundis hansara fyrsta heildarútgáva við nýskrivaðum tónleiki á móðurmálinum.

Eftir fimm ár á føroyska tónleikapallinum, er hetta ein djørv og sjálvreflektarandi útgáva frá unga rapparanum.

Tittulin "Listamaður" hevur verið eitt kent orð í lívinum hjá unga listamanninum. Sum 10 ára gamal hevði Marius sína fyrstu listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, tá undir navninum *Marius Listamaður", ein fjølbroytt framsýning við yvir hundra listaverkum. Men longu sum 7 ára gamal luttók hann í "Lova mær við" hjá Barnaútvarpinum, har hann tosaði um sína list, sama ár sýndi hann sína list fram á Skúlanum við Løgmannabreyt.

Við tíðini var pensilin og tusjirnar skiftar út við rím og rapp, og støðugt er tónleikurin og ikki minst tekstirnir mentir.

Við sínum tveimum fyrstu EP’um, The MZA EP og Westender, hevur Marius vunnið sær nógvar rósur frá bæði lurtarum og ummælarum. Hann hevur verið róstur fyri sítt altjóða ljóð og ungdommiligu tekstir.

Á "Listamaður" setur hann eina djarva kós við einum nýggjum, synth-tungum ljóði og eini tekstliga tungari søgugongd.

Á teimum 7 løgunum setur ungi rapparin spurningar um sína samleika, listarligu leið og sína støðu á tónleikapallinum og tilveruni.

Hann kemur styrktur út hinumegin, tá EP’in endar við eini paradoksalari samrøðu millum 20 ára gamla Marius DC og 7-ára gamla Marius. Høvuðsspurningurin á EP’ini er: "Hvør ert tú, tá ið eingin annar hyggur?" Og svarar unga útgávan av Marius: "Listamaður."

EP’in er øll sjálvframleidd. Marius hevur sjálvur skrivað, framleitt, ljóðblandað og mastrað øll løgini.

Tvey løg hava tó gestaluttøku frá øðrum. Guðrið Hansdóttir hevur skrivað og syngur niðurlagið í "Farin" og Marius Ziska syngur viðá tittul-lagnum "Listamaður". Á hesum lagnum eru eisini synth og klaver spælt av Vinjari Egilsnes Petersen, sum eisini spælir í bólkinum hjá Marius DC.

"Listamaður" er uttan iva ein ambitiøs verkætlan. Ein 7-laga elektronisk ferð gjøgnum eina eksistentiella kreppu á einum máli, sum færri enn 100.000 fólk tosa, sær kanska ikki út sum tað mest handilsliga skilabesta valið. Men tað er eingin ivi um, at Marius DC hevur lagt alt sítt í hesa nýggjastu EP’ina.

Lurta her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo