Norska fyritøkan Norway Royal Salmon boðar frá, at ímillum 1.500 og 2.000 tons av stórum laksi, sum var búgvin at taka, er deyður á tveimum alibrúkum í Dýrafirði í Íslandi.
Hildið verður, at laksurin er deyður av vánaligari heilsu sum er elvd av strongd.
Fyritøkan boðar frá, at tapið er so stórt, at tað fer at ávirka úrslitið hjá fyritøkuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo