Fiskiskapurin er smáligur og veðrið er eisini ein avbjóðing í hesi vikuni sum kemur, og tað ger at neyvan koma stórar nøgdir av fiski upp á land hesa vikuna.
Fiskamarknaðurin hevur hesi útlit fyri vikuna:
Trý ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tey landa møguliga síðst í vikuni, ella fyrst í aðru viku. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og tvey við Ísland. Fýra pør eru til fiskarí, tey eru øll nýliga byrja túr, so tey landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fiskiskapurin er ikki góður.
Um útróðurin verður sagt, at streymurin verður harður, og veðrið verður umskiftandi alla vikuna, so tað verður vantandi ikki nógv av útróðri.
Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap eystanfyri, allir trolbátarnir liggja við bryggju, meðan garnaskip er norðanfyri og fiskar svartkalva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo