Fimm pør eru til fiskarí, tey eru øll eystanfyri. Tey koma inn at landa sum vikan gongur. Fiskiskapurin er ikki góður og veðrið er vánaligt. Allir trolbátarnir liggja við bryggju.
Soleiðis sigur Fiskamarknaður Føroya í síni meting fyri vikuna sum kemur.
Ein djúpvatnstrolari er úti, fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og trý við Ísland, øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.
Tað kemur neyvan nógvur útróðrafiskur uppá land sum veðrið skikkar sær og um garnaskipini verður sagt, at eitt er norðanfyri og fiskar svartkalva, og eitt er sunnanfyri og fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo