Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Avtala varð í farnu viku undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sansir, um bygging av føroyska landabásinum í Barcelona

Avtala varð í farnu viku undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sansir, um bygging av føroyska landabásinum í Barcelona

Avtala varð í farnu viku undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sansir, um bygging av føroyska landabásinum í Barcelona

Vinnuhúsið: Eftir at heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, hevur verið avlýst í tvey fylgjandi ár orsakað av Covid-19, verður messan nú aftur hildin í døgunum 26.-28. apríl. Avtala er nú gjørd um føroyska básin á messuni.

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flytur í ár úr Brussel til Barcelona, og 9 føroyskir fiskaútflytarar verða aftur hesuferð til staðar á føroyska landabásinum. Í sambandi við flytingina úr Brússel til Barcelona hevur borið til at økt um fermetratalið, og føroyski básurin verður tískil í ár tann størsti, sum nakrantíð hevur verið á messuni. Harumframt verður talan um heilt nýtt snið.

Føroyar hava luttikið á Seafood Expo Global messuni síðani hon byrjaði fyri nógvum árum síðani í Brússel. Í byrjanini var talan um eina heilt lítla messu, men hon er síðani økt so nógv í vavi, at pláss er ikki fyri messuni í messuøkinum í Brússel longur. Fyriskipararnir hava tískil valt at flyta messuna til Gran Via messuøkið í Barcelona, har munandi meira pláss er.

Messan varð avlýst í 2020 og 2021 orsakað av Covid-19 støðuni, men fyrireikararnir hava boðað frá, at 2022-messan verður hildin sum ætlað, og at messan ongantíð hevur verið størri enn hon verður í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo