KBI í Klaksvík hevur keypt Solberg heilsølu í Kollafirði, sum Henrik Solberg hevur átt og rikið síðan 1993.
Solberg heilsøla er í millum handilsfólk ein væl kend fyritøka, sum veitir vøru til flestu dagligvøruhandlarnar í Føroyum. Í millum størstu vørumerkini hjá Solberg heilsølu eru heimskend merkir sum Duracell battaríir, Osram perur, Gillette rakiútgerð og Elworks EL-útgerð til húsarhald.
Karl Birgir Isaksen, sum eigur KBI, sigur í stuttari viðmerking, at tað er við størstu virðing og stoltleika, at KBI nú yvirtekur vælumtøktu heilsøluna frá Henrik Solberg.
- Vit eru glað fyri hendan møguleikan at vaksa um KBI samtakið. Solberg heilsøla er í millum sínar vinnukundar kend fyri at veita eina góða tænastu, og soleiðis verður eisini framyvir.
Solberg heilsøla fer at halda fram sum áður við somu staðseting og starvsfólkum, tó við tí broyting at vøruúrvalið verður víðka.
Henrik Solberg, sum nú hevur selt sítt lívsverk, er sera fegin um, at Solberg fer at halda fram sum áður, og er samstundis eisini glaður fyri, at starvsfólkini nú kunnu halda fram í KBI samtakinum, har tey er kend fyri at hava ein góðan starvsfólkaanda.
Tað er Janus Rein frá LEKS Advokatfirma, sum hevur staðið fyri søluarbeiðinum fyri eigaran.
- Vit halda, at tey hjá LEKS hava verið sera dugnalig og professionel í sínum arbeiði. Hetta eru vit báðir sera væl nøgdir við, siga Henrik og Karl Birgir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo