Nógv fólk var komið at taka ímóti, tá nýggi Vestmenningur hjá Vestmanna Fiskavirki kom til bygdina í góðveðrinum í dag.
Tað eru nógv ár síðani, at so stásiligt skip kom til bygdina, ella í heila tikið at nakað skip er komið til bygdina, har tað hevur verið heldur enn ikki lítið av framdrift á tí økinum í nøkur ár nú.
Vestmenningur er bygdur í Flekkefjord í 1996 og er fyrrverandi Christian, keyptur frá reiðarínum Christian í Grótinum, sum eisini fær nýtt skip í næstum.
Vestmenningur skal fiska fyri 45 milliónir krónur fyri at tað skal standa upp og niður. 11 mans vera við, og sum skilst var als ongin trupulleiki at manna skipið.
Vestmenningur fer væntandi fyrsta túrin fyrst í apríl mánaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo