Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur seinastu fimm árini gjørt eina kanning fyri tal av starvsfólkum innan vinnuna. Kanningin vísir, at shippingvinnan skapar nógv arbeiðspláss, bæði á sjógvi og á landi.

1. januar 2022 eru í alt 1551 starvsfólk knýtt at vinnugreinini, bæði á sjógvi og á landi. 1.229 sjófólk eru umborð á skipum undir RFH, og 322 starvsfólk arbeiða á landi.

Samlaða talið av sjófólkum hevur verið rímiliga støðugt seinastu árini. Tølini vísa, at talið av føroyingum umborð á føroysku handilsskipunum er lægri í dag enn fyri einum árið síðani. Hinvegin eru fleiri norðurlendingar við føroyskum skipum. Hetta endurspeglar, at føroysk sjófólk eru serstakliga dugnalig og eftirspurd kring allan heim, og føroysku reiðaríini mugu stundum leita sær uttanlands fyri at manna skipini.

Talið av útlendskum sjófólki, sum ikki eru norðurlendingar, er lækkað úr 351 til 236 frá 2021 til 2022. Hinvegin eru umleið 50 fólk fleiri í arbeiði á landi í Føroyum í 2022.

Tað er framvegis ein stór avbjóðing at fáa fulltiknar føroyskar dekkarar til skipini. Henda arbeiðsmegi er nærum ikki at finna í Føroyum.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um nýggju fast-track avtaluna, sum kom í gildi í 2021, og sum ger tað lættari at seta triðjalands borgarar í starv. Komið er tó ikki á mál, tí neyðugt er framvegis at dagføra reglurnar fyri altjóða sigling til føroyskar havnir í útlendingalógini.

Greitt er, at um Føroyar skulu vaksa sum shippingland, er framvegis neyðugt at hava útlendsk sjófólk umborð. Hetta er galdandi fyri Føroyar, eins og tað er galdandi í londunum kring okkum.

Les meira í ársfrágreiðingingini hjá RFH her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo