- Aquafacts er talgildur pallur, har tú á skjótan og einfaldan hátt sær aliøkir, lúsatøl, biomassar, brunnbátar, AIS, og fíggjarligar greiningar av alifeløgunum í Norra, Føroyum, Íslandi og Skotlandi. Hagtølini eru automatiserað og talgildað.
Soleiðis siga feðgarnir Óli og Hanus Samró, sum eiga fyritøkuna Fishfacts B.V. í tíðindaskrivi. Nýggja appin verður virkin í dag.
- Vit hava seinastu árini fingið fleiri áheitanir frá alivinnuni, tí fleiri av kundum okkara eru í fiski- og alivinnuni. Vit savnaðu fiskivinnuna á Fishfacts, meðan vitan og upplýsingar um alivinnuna vóru spjaddar og truplar at fáa fatur á. Tí var tað natúrligt, serliga, tá alivinnan spurdi eftir tænastuni, at vit eisini savnaðu upplýsingarnar um alivinnuna á einum stað, sigur Hanus Samró.
Aquafacts kann heintast sum app á Google Play og App Store.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo