Í oktober 2020 gavst Hiddenfjord við øllum flogflutningi av laksi, og minkaði harvið um CO2-útlátið av flutningi til USA við heili 94 prosentum.
Hetta hevur vakt ans í alivinnuni uttanlands. Hiddenfjord hevur brotið slóð og broytt fatanina hjá alivinnuni av flutningi, sigur stovnarin av íslendsku alifyritøkuni Arctic Fish, Sigurd Petursson.
Í samrøðu við Intrafish sigur Sigurd, at alifyritøkur í Íslandi fara at leggja størri dent á góðsku og burðardygd. At flyta laks sjóvegis er ein burðardygg loysn, ið førir til nógv minni CO2-útlát enn flogflutningur. Sigurd Petursson væntar, at fleiri alifyritøkur fara at gera sum Hiddenfjord og flyta laksin sjógvegis til marknaðin, og harvið minka munandi um CO2-útlátið.
Greinin í Intrafish kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo