Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað verður 29 ára gamli vestmenningurin Robert Andreasen, sum skal seta enn meira ferð á menningardeildina hjá Petur Larsen. Hann tók við starvinum 1. januar í ár

Petur Larsen setti í 2020 á stovn eina menningardeild við tí í hyggju at menna vørur og útgerð til fiskivinnuna. Petur Larsen hevur longu fingið stórt gagn av Menningardeildini, eitt nú kunnu nevnast nýggja flakamaskinan NEO 189 og Intelligence Kit, sum er ein talgild skipan, ið savnar og skrásetur dátur um framleiðslutól í fiskivinnuni.  

Petur Larsen hevur í 50 ár veitt tænastur og tól til fiskivinnuna, altíð við tí í endamáli at betra um framleiðsluna og úrtøkuna hjá kundanum. Menningardeildin er eitt natúrligt vakstrarstig hjá Petur Larsen, sum stendur á søguni hjá felagnum og brýtur nýggjar slóðir fyri fiskivinnuna, kundan og ikki minst okkum øll, sum endakunda.

 - Menning er alneyðug. Fyri okkum, fyri kundar okkara og fyri brúkaran. Vit mugu støðugt stremba eftir nýggjum loysnum, sum betra um framleiðsluna og úrtøkuna, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen.

Vitan og royndir ala fram nýhugsan
Robert Andreasen byrjaði hjá Petur Larsen á vári 2021. Sum útbúgvin maskinverkfrøðingur og við royndum sum verkætlanarleiðari á fiskavirkinum KM-Fish Machinery í Danmark, var Menningardeildin rætta arbeiðsplássið fyri unga vestmenningin. Robert Andreasen umsitur allar verkætlanir frá byrjan til enda, og hevur ein lyklaleiklut í arbeiðnum at eyðmerkja komandi menningarverkætlanir, sum vera valdar og mentar í tøttum samstarvi við starvsfólk, kundar og veitarar hjá Petur Larsen.

- Eg eri takksamur fyri álitið og spentur um at fara í holt við tær ymsu uppgávurnar, ið liggja fyri framman. Menningardeildin hevur fólkið og amboðini til at bera verkætlanirnar á mál og við góðari hjálp frá Baader monnunum, ið eru úti hjá kundunum hvønn dag, kunnu vit á bestan hátt velja og menna røttu loysnirnar, sigur Robert Andreasen.

Verkætlaninar fyri 2022 eru valdar og menningin er byrjað. Forritarar, teknarar, elektrikarar og smiðir arbeiða saman uppá verkætlanir innan maskinmenning, robottøkni og ymsar el-loysnir, sum bróta upp úr nýggjum. Við vitan, fjøltáttaðum útbúgvingum og royndum vil Menningardeildin ala fram nýhugsan.

Baader vitanin er grundin
Baader maskinurnar og viðlíkahaldið av maskinunum er partur av samleikanum hjá Petur Larsen. Royndirnar og vitanin eru grundarsteinurin undir felagnum og hesar royndir verða sjálvsagt gagnnýttar á Menningardeildini. Við serfrøði og servitan virka Baader tøkningarnir hjá Petur Larsen sum ráðgevar hjá deildini, har teir umframt serfrøði innan maskinur, hava eina holla og dagførda vitan um avbjóðingar og ynski hjá vinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo