Minkandi bruttovinningur og vaksandi starvsfólkakostnaður eru orsøkin til, at smápartafelagið Landingarmiðstøðin á Toftum síðsta roknskaparár hevði 1,2 milliónir krónur í halli. Tað skal samanberast við vinning uppá 814 tkr árið fyri.
Bruttovinningurin minkaði úr 6,2 mió kr til 4,8 mió kr. Samstundis vuksu starvsfólkakostnaðirnir úr 4,6 mió kr til 5,6 mió kr. Sostatt gjørdist úrslitið áðrenn rentur, skatt v.m. hall á 758 tkr í mun til vinning á 1,6 mió kr árið fyri.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 9,5 mió kr, harav vóru 1,6 mió kr eginogn.
Stjóri er Niclas Frederik Davidsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo