Hagstovan: Í januar vórðu knappliga 820 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru nærum 50 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør ella ein vøkstur upp á 6,2%.
Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar. Trendurin vísir, at lønargjaldingar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020 og vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið rættiliga javnur síðani.
Menninir 485 milliónir og kvinnurnar 332 milliónir
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í januar áttu menninir um 485 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 59% av útgoldnu lønunum. Tað eru 32 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 332 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Vinnugreinabólkar
Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' nú ikki vaksa við somu ferð sum áður. Í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin hinvegin tiltakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo