Ferðavinnan er farin at gera seg til reiðar at bjóða ferðafólkunum upplivingar til støðini, sum eru at síggja í TROM.
Súkkla ein túr til ymisku støðini í Havn, har TROM er filmað. Úr Mikkeller barrini í Gongini í miðbýnum til Landssjúkrahúsið og Glasir í vesturbýnum. Hetta kunnu ferðafólkini royna við túrinum TROM Filming Locations Cycle Tour Tórshavn.
Ella koyr ein dagstúr saman við ferðaleiðara til Toftavatn, Gjáar og hini vøkru støðini í Føroyum, har sendirøðin er filmað. Hetta kunnu ferðafólk uppliva á túrinum TROM Sightseeing Tour.
Tað er savningarstaðið fyri ferðavinnutilboð í Føroyum, Guide to Faroe Islands, sum bjóðar ferðafólkum at uppliva støðini, sum eru við í TROM.
TROM er fyrsta sjónvarpsrøðin filmað í Føroyum. Vinnan væntar, at fitta av ferðafólki fara at koma til Føroya at uppliva náttúruna, sum er nógv at síggja í allari røðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo