Tíggju av manningini eru funnir deyðir og ellivu eru framvegis saknaðir, tá ein spanskur trolari sakk út fyri Nýfundlandi týsmorgunin.
Tríggir av manningini umborð á trolaranum Villa de Pitanxo vórðu bjargaðir av øðrum trolara í økinum, og kanadisk flogfør og bjargingartænasta leita eftir teimum saknaðu, skrivar NRK.
Teir tríggir bjargaðu og fýra av teimum deyðu vóru í einum av teimum fýra bjargingarbátunum, meðan tveir aðrir vóru tómir og tann fjórði er ikki funnin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo