Danska vinnulívið rindaði yvir 2,1 milliard krónur í negativari rentu til bankarnar í fjør. Tað er ein vøkstur uppá 37% í mun til árið fyri, skrivar Finans, sum vísir til eina nýggja frágreiðing sum Danski Industri hevur gjørt.
Orsøkin til stóra vøksturin er fyrst og fremst, at sjálvar renturnar fóru upp, tí upphæddirnar sum standa á konto til negativa rentu vuksu bara við 2%.
Hóast negativar rentur ikki raktu vanlig fyri fyrr enn í 2019, so hevur vinnan havt negativa rentu á sínum innlánum síðani 2015, skrivar Finans.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo